1 Tróndur í Gøtu Túrfrágreiðing Túrur nr. 1652 Makrelkanningar, tíðarskeið 4-21/7 216 Fólk frá Havstovuni: Jan Arge Jacobsen, Ebba Mortensen, Poul Vestergaard og Páll Mohr Joensen. Ábyrgd: Jan Arge Jacobsen Endamál: At kanna útbreiðslu og nøgd av makreli, norðhavssild og svartkjafti um summarið, tá hesir uppsjóvarfiskar leita sær føði norðanfyri. Eisini skuldi útbreiðsla í føroyskum øki kannast í mun til sjóvarhitan og nøgd av æti í sjónum. Kanningin er partur av felagskanning í Norðuratlantshavi millum Ísland, Føroyar, Grønland og Noreg, har vit kannaðu føroyska økið, økið vestur móti Íslandi og eystur í norskan sjógv. Reiðskapur: Flótitrolið (Multpelt 832m frá Vónini), gjørt til makrelkanningarnar í 211, varð brúkt. Tóvað varð í hálvan tíma við umleið 5 míla ferð. Lemmar av slagnum Injector F-15 (6 m 2 og 23 kg). Vektir á undirveingjunum (4 kg), boyur á veingjaspíssunum, 8 m segl á høvuðlínuni og fiskilás í trolinum. Til ætikanningar var ein WP-2 planktonglúpur (.25 m 2 op og 2 μm meskar) nýttur, ið varð loraður niður á 2 m og síðani hálaður spakuliga upp í vatnskorpuna aftur. Til at máta hitan í sjónum var ein CTD (Seabird 25) nýtt, ið varð lorað niður á 5 m dýpi ella niður móti botni, um grynri var. Á CTD ini var eisini eitt fluorometur til at máta nøgdirnar av plantuplankton í sjónum og ein oxygenmátari at máta súrevnið í sjónum. Til at máta nøgdina av sild og svartkjafti varð eitt Simrad EK 6 ekkólodd við 38, 12 og 2 khz splitbeam botnum brúkt. Prøvatøka: Øll veiðan varð skrásett, og upp til fimm kurvar av veiðuni vórðu tiknar frá til kanningar. Umleið 1 fiskar av hvørjum slagi (makrel, sild og svartkjafti) vóru longdarmátaðir og vigaðir. Magaprøvar og nytrur vórðu tiknar av 1-2 fiskum av hvørjum slagi í hvørjum háli, umframt at kyn og búningarstig varð kannað. Um túrin: Áðrenn túrurin byrjaði vórðu ekkóloddini stillað (kalibrerað) á Skálafjørðinum, og útgerðin varð roynd norður av Sandoyarbanka. Tá túrurin byrjaði, varð siglt á fastar støðir, við umleið 6 fjórðingum millum hvørja (Mynd 1). Har varð tóvað í ein hálvan tíma við Multpelt 832 trolinum. Síðani varð ein CTD-máting (hiti/salt) gjørd og ein WP-2 prøvi (djóraæti) tikin. Veðrið var sera gott allan túrin, og bert eina einaferð var vindurin ov nógvur, soleiðis at planktonglúpin ikki kundi takast. Tilsamans vórðu 39 hál gjørd í vatnskorpuni á føstu støðunum á túrinum sambært ætlanini. Somuleiðis vórðu 39 CTD-støðir gjørdar og 38 WP-2 planktonstøðir (ov nógvur vindur ta einu ferðina). Umframt vóru nøkur hál tikin djypri, har svartkjaftur var at síggja á ekkóloddinum. Tilsamans vórðu nytrur til aldursgreining tiknar av 662 makrelum, 638 sildum og 25 svartkjaftum. Harumframt vórðu magar til kanningar av føðini tiknir av 35 makrelum, 2 sildum og 25 svartkjaftum. Ekkóskriftin av sild og svartkjafti undir skipinum varð mátað við ekkóintegratori. Øll tøl vórðu goymd á teldu til viðgerð við forritinum EchoView. Við hesum forritinum kann metast um nøgdina av sild og svartkjafti á sigldu leiðini. Fyribils úrslit: Makrelur Sum heild vóru nøgdirnar av makreli í ár størri enn í fjør. Veiðan av makreli og sild pr. ½ tíma hál er víst í Mynd 2. Har sæst, at mesti makrelurin stóð norðanfyri og í ein landnyrðing úr Føroyum, og á Íslandsrygginum. Makrelurin var størri í vestara partinum av kanningarøkinum enn eystanfyri (Mynd 3). Miðallongdin á makrelinum var 34 cm og miðalvektin 345 g. Hetta sigur tó ikki alt, tí at tveir toppar eru at síggja í
2 longdarbýtinum, ein toppur um 29 cm og hin um 34 cm (Mynd 4). Í aldursbýtinum á makrelinum í Mynd 5 sæst, at talan er um ein góðan árgang á veg inn í fiskiskapin (2 ára gamal fiskur). Sild Nógv sild var at fáa í einum øki frá eystan fyri Føroyar og í ein útnyrðing móti Íslandi (sí Mynd 2). Sildin eystan fyri oyggjarnar er helst av slagnum heystgýtandi sild, meðan norðhavssildin er í økjunum norðan fyri Føroyar og yvir í íslendska økið. Ekkóvirðini av sild síggjast í Mynd 6 og 7, og vísa nøkulunda sama mynstur sum trolhálini, tó var skriftin av sild heldur minni enn væntað. Kanska ein partur av sildini stóð heilt upp móti vatnskorpuni og tí ikki sást á ekkóloddinum, sum stingur góðar 8 metrar. Longdarbýtið á sildini er víst í Mynd 8, og har eru eisini tveir toppar, ein á umleið 3 cm og hin á 35 cm. Tað vísti seg, at sildin eystan fyri Føroyar var í miðal um 3 cm, meðan norðhavssildin var størri. Miðallongdin var 33 cm og miðalvektin 321 g. Størsta sildin var at síggja í vestara parti av kanningarøkinum. Í aldursbýtinum í Mynd 9 sæst, at lutfalsliga nógv var til av 12 ára gamlari sild, og hetta er 24 árgangurin, ið var seinasti góði árgangurin av norðhavssild. Síðani tá hevur tilgongdin veri sera lág, tíanverri. Svartkjaftur Svartkjaftur var at síggja mest sum alla staðni (Mynd 1 og 11). Hann stóð sum tunn skrift frá umleið 1 m dýpi og niður á 35-4 m. Um dagin samlaðist hann ofta í smáar torvur á 5-1 m dýpi. Miðallongdin av svartkjaftinum var 23.7 cm og miðalvektin 84 g, tað er rættiliga smáfallandi fiskur (Mynd 12). Aldurin á nytrunum er ikki lisin enn, men tað sær út sum, at nógv er til av 2 og 3 ára gomlum svartkjafti. Æti Æti var at síggja í teimum ovaru løgunum í øllum kanningarøkinum. Talan var serliga um reyðæti, Calanus finmarchicus, sum er høvuðsføðin hjá sild og makreli um summarið. Annað plankton var millum annað smáar amfipodur (Themisto sp.). Ætið verður turkað og vigað í landi, og ætinøgdirnar verða uppgjørdar seinni. Hiti Vatnskorpuhitin í sjónum er vístur í Mynd 13. Sum vanligt, stóð sildin í kaldari sjógvi enn makrelurin, tó við undantaki eystan fyri Føroyar, har heystgýtandi sildin var at finna. Makrelurin helt seg fyri tað mesta í sjógvi heitari enn 1 stig. Hitamátingar niður gjøgnum sjógvi vístu at sjógvurin var lagbýttur, tað er at ovastu 3-5 metrarnir eru munandi heitari enn sjógvurin djúpari (Mynd 14). Liggjandi góðveður skundar undir hesa gongd, og tað sær út til, at makrelurin trívist sera væl í hesum heitara lagnum. Tað er eisini her, at plantu- og djóraæti trívist. Fyribils niðurstøður: Sum heild vóru nøgdirnar av makreli og sild í ár størri enn í fjør. Veiðan av makreli og sild pr. ½ tíma hál vísir, at mesti makrelurin stóð norðanfyri og í ein landnyrðing úr Føroyum, og á Íslandsrygginum, meðan sildin var eystan fyri oyggjarnar og í ein útnyrðing móti Íslandi. Fyrivarni skal tó takast fyri, at kanningarøkið ikki er tað sama sum í fjør. Endaligu úrslitini verða tøk, eftir at øll skipini eru liðug við kanningarnar um hálvan august. Takk: Vit takka skipara og manning umborð á Trónda í Gøtu fyri ein góðan túr og gott samstarv. Jan Arge Jacobsen, Havstovan 26/7 216
3 66 N 65 N 64 N 63 N 5 5 2 62 N 2 61 N 6 N 59 N 14 W 12 W 1 W 8 W 6 W Mynd 1. Siglingarleiðin hjá Trónda í Gøtu á makrelkanningunum 4-21/7 216 (túrur 1652). Í alt 39 fastar støðir vóru á túrinum (reyðu trýkantarnir). Á støðunum varð tóvað í ein hálvan tíma, umframt at kanningar av hita og salti (CTD) og æti (WP2-glúpur) vórðu gjørdar. 4 W 2 W E 2 E 4 E
4 66 N 65 N 9.14 3.35.99 2.7 3.4 4.73 1.18 2.45.49 5.37.21.15 64 N 4.14 3.55 5.23.85 1.25 1.8.19.6 3.45.98 63 N 4.4 1.49 2.89 2.86 2.15 62 N.95 2 5.6.42.19 3.45 5.32 5 2.43.15.85 1.6.5 4.24 61 N 6 N 59 N 14 W 12 W 1 W 8 W 6 W Mynd 2. Veiða av makreli (grønt) og sild (reytt) í hvørjum háli. Støddin á sirklunum vísir samlaðu veiðuna pr. støð ½ tíma trolhál (tons). Tróndur í Gøtu túrur 1652, 4-21/7 216. 4 W 2 W E 2 E 4 E
5 66 N 65 N 462 42 452 42 35 269 387 44 4 285 39 253 64 N 375 381 366 343 28 33 247 252 354 377 63 N 385 379 351 316 262 363 5 381 358 452 353 296 5 2 62 N 2 362 38 383 376 411 348 61 N 6 E 6 N 59 N 14 W 12 W 1 W 8 W 6 W 4 W 2 W E 2 E 4 E Mynd 3. Miðalvekt (g) av makreli í hvørjum háli. Tróndur í Gøtu, túrur 1652 4-21/7 216. Støddin á sirklunum vísir miðalvektina, og miðalvektin er sett í.
6 Mynd 4. Longdarbýtið (cm) av makreli á makreltúrinum 216, Tróndur í Gøtu, túrur 1652 4-21/7 216. Mynd 5. Aldursbýtið av makreli á makreltúrinum 216, Tróndur í Gøtu, túrur 1652 4-21/7 216.
7 66 N 65 N 64 N 63 N 5 5 2 62 N 2 61 N SA_sum_pr_log_HER by SA 6 N 4 3 59 N 14 W 12 W 1 W 8 W 6 W Mynd 6. Ekkóvirðir av sild (s A m 2 /nm 2 ) á makrelkanningunum 4-21/7 216 (túrur 1652). Nøgdin er víst sum sirklar, har støddin á sirklinum vísir, hvussu nógv av sild stóð undir skipinum. 4 W 2 W 43 E 2 15 2 E 4 E
8 66 N 65 N 611 39 874 493 759 1 152 151 14 38 33 778 1 53 888 29 148 74 152 24 25 64 N 177 86 2 78 639 545 562 33 14 11 2 14 13 63 N 59 31 99 52 12 7 75 154 188 72 5 5 2 62 N 22 12 61 N 2 6 N HER_sA_Rect by SA 1 to 2 (2) 5 to 1 (9) < 5 (33) 59 N 14 W 12 W 1 W 8 W Mynd 7. Ekkóvirðir av sild pr. hagtalspunt (.5x1 gradir) á makrelkanningunum 4-21/7 216 (túrur 6 W 4 W 2 W E 2 E 4 E
9 Mynd 8. Longdarbýtið (cm) av sild á makreltúrinum 216, Tróndur í Gøtu, túrur 1652, 4-21/7 216. Mynd 9. Aldursbýtið av sild á makreltúrinum 216, Tróndur í Gøtu, túrur 1652, 4-21/7 216.
1 66 N 65 N 64 N 63 N 5 5 2 62 N 2 61 N SA_sum_pr_log_BLU by SA 6 N 3 3 33 1 65 59 N 14 W 12 W 1 W 8 W 6 W Mynd 1. Ekkóvirðir av svartkjafti (s A m 2 /nm 2 ) á makrelkanningunum 4-21/7 216 (túrur 1652). Nøgdin er víst sum sirklar, har støddin á sirklinum vísir, hvussu nógv av svartkjafti stóð undir skipinum. 4 W 2 W E 2 E 4 E
11 66 N 65 N 22 185 296 297 124 191 286 175 142 18 139 232 38 36 39 311 47 263 175 212 26 21 2 298 429 484 448 474 559 385 338 418 64 N 367 442 263 337 269 325 333 513 321 39 333 444 45 462 462 377 215 63 N 96 127 568 491 27 155 243 437 445 313 257 441 361 49 5 53 372 5 2 62 N 29 15 19 48 54 213 1 2 573 47 644 3 6 67 57 84 138 53 67 14 117 311 436 61 N 2 6 N 59 N 14 W 12 W 1 W 8 W 6 W 4 W 2 W BLU_sA_Rect by SA > 2, () 1 to 2 () 5 to 1 (7) < 5 (81) Mynd 11. Ekkóvirðir av svartkjafti pr. hagtalspunt (.5x1 gradir) á makrelkanningunum 4-21/7 216 (túrur 1652). E 2 E 4 E
Mynd 12. Longdarbýtið (cm) av svartkjafti, Tróndur í Gøtu, túrur 1652, 4-21/7 216. 12
Mynd 13. Vatnskorpuhitin á siglingarleiðin hjá Trónda í Gøtu á makrelkanningunum 4-21/7 216 (túrur 1652). 13
14 16525_1m.cnv Salinity [PSU] 33, 33,5 34, 34,5 35, 35,5 36, 5 1 15 Salinity [PSU] 33, 33,5 34, 34,5 35, 35,5 36, 5 1 15 1653_1m.cnv Depth [salt water, m] 2 25 3 35 4 45 5 4 45 5, 2,5 5, 7,5 1, 12,5 15, Temperature [ITS-68, deg C] Depth [salt water, m] 2 25 3 35, 2,5 5, 7,5 1, 12,5 15, Temperature [ITS-68, deg C] 2 25 3 35 4 1-3 1-2 1-1 1 1 1 1 2 1 3 Fluorescence, Wetlab ECO-AFL/FL [mg/m^3] 165236_1m.cnv Salinity [PSU] 33, 33,5 34, 34,5 35, 35,5 36, 5 1 15 Depth [salt water, m] 5 1 15 Depth [salt water, m] 2 25 3 35 4 1-3 1-2 1-1 1 1 1 1 2 1 3 Fluorescence, Wetlab ECO-AFL/FL [mg/m^3] 165239_1m.cnv Salinity [PSU] 33, 33,5 34, 34,5 35, 35,5 36, 45 45 5 5, 2,5 5, 7,5 1, 12,5 15, Temperature [ITS-68, deg C], 2,5 5, 7,5 1, 12,5 15, Temperature [ITS-68, deg C] 1-3 1-2 1-1 1 1 1 1 2 1 3 Fluorescence, Wetlab ECO-AFL/FL [mg/m^3] 1-3 1-2 1-1 1 1 1 1 2 1 3 Fluorescence, Wetlab ECO-AFL/FL [mg/m^3] Mynd 14. Vertikalprofilar av útvaldum hita og saltmátingum, Tróndur í Gøtu, túrur 1652, 4-21/7 216. Ovast til vinstru støð 165211 og til høgru støð 165328, og niðast til vinstru støð 165278 og til høgru støð 165284. Hiti (blátt), salt (reytt) og fluorescencur (grønt).