Fíggjarnevndin Tinghúsvegur 1-3, postboks 208 110 Tórshavn Føroyar Tórshavn, tann 6. november 2012 J.nr.: 12/00477-2 At tilskila í svarið Viðgjørt: GA Tygara skriv: 30/2012 Í sambandi við viðgerð av uppskoti til løgtingsfíggjarlóg 2013 ynskir Fíggjarnevndin at seta landsstýrismanninum í vinnumálum niðanfyri settu spurningar. Nevndin ynskir at fáa svar upp á spurningarnar í seinasta lagi mikudagin, 7. november 2012, kl. 9.00. 6 Vinnumál Nevndin ynskir at fáa upplýst, hví landsstýrismaðurin í sínum fíggjarlógaruppaskoti ikki heldur seg til Løgtingssamtyktina Nr.187/2011 um játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2013. Nevndin ynskir at fáa eitt yvirlit yvir framskriving fyri allar høvuðskonti, ið landsstýrismaðurin varðar av, við prís- og lønarvøkstri. 13.4.04. Marknaðarføra Føroyar (Stuðulsj.) Greið gjøllari frá, hvussu peningurin skal brúkast: Býtið innanlands / uttanlands Hvør søkir og fær Hvør er strategiin Teir almennu pengarnir skulu fordeilast best gjørligt, soleiðis at vinnan verður ment so nógv sum gjørligt. Stuðulsjáttanin til kunningarstovurnar, sum er uml. 20 ára gomul, skal endurskoðast. Hetta tí at Føroyar í dag síggja heilt øðrvísi út, enn tá stuðulin av fyrstan tíð varð latin. Í dag hava vit undirsjóvartunlar og góðar ferjur, sum gera landið nógv minni. Harafturat leitar ein sær kunnleika á ein heilt annan hátt enn fyrr, gjøgnum heimasíður og nýggja teknologi, so sum app ir. Tørvurin á at hava fleiri upplivingar í boði er harafturímóti avgjørt ikki minni enn fyrr og tí er tað av stórum týdningi at orka verður løgd niður í produktmenning úti í økjunum. Við produktmenning meina vit alt sum kann hækka støðið og gera økið meira áhugavert fyri ferðafólkini. Søkt skal verða eftir hesum stuðli árliga og eingin stuðul verður latin til vanligan rakstur, sum vit meta, at kommunurnar eiga at standa fyri. Tó kann serligt atlit í einstøkum førum verða tikið til tey minstu lokal økini og tá skal ein avrikssáttmáli gerast millum partarnar. Við hesum nýggja leisti kunnu bæði økisfeløg og lokal vinna søkja eftir hesum stuðli. Higartil hava eingi krøv verið sett til tann stuðul, sum er latin og í fleiri førum eru stórir partar av hesum stuðli farnir inn í vanligan rakstur, heldur enn at menna økið. Tað er hetta sum ynski er um at broyta. Í mesta lagi 10% av tí samlaðu játtanini til Ferðaráðið skal fara til produktmenning og økisferðavinnu. Tað merkir, at stuðulin, sum verður latin, verður á umleið sama støði sum í dag. Høvuðsparturin av játtanini til Ferðaráðið skal fara til marknaðarmenning, fyri at økja um áhugan á altjóða marknaðinum fyri Føroyum sum ferðamál og sum staðið, har góðir møguleikar eru fyri TINGANES POSTSMOGA 377 110 TÓRSHAVN TELEFON 30 66 00 TELEFAX 30 66 65 E-MAIL: VMR@VMR.FO
at hava ráðstevnur v.m. og harvið skapa vøkstur í vinnuni, sum er til frama fyri føroyska búskapin. Í dag fær hvørt av teimum 6 økisfeløgunum 240.000 kr. árliga umframt at Kunningardiskurin á flogvøllinum fær 84.000 kr. árliga. Framtíðar játtanin fyri hvørt økið er ikki fastsett enn, men kemur at hanga saman við teirri ambitión, sum økisfeløgini hava fyri síni øki. Býtið uttanlands: Seinastu nógvu árini hevur serlig játtan verið á fíggjarlógini til krónu til krónu marknaðarføring. Játtanin hevur verið 1 millión krónur, men hevur síðan fíggjarárið 2011 verið 700.000 kr. Játtanin verður latin ferðavinnuni at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál eftir "krónu fyri krónu" leistinum. Hetta merkir, at Ferðaráðið og vinnan skulu lata eins nógvan pening hvør til felags marknaðarátøk. Lýsing eftir krónu fyri krónu umsóknum er vanliga í miðlunum í januar, tá fíggjarlógin fyri árið er kend. Ferðaráðið hevur gjørt leiðreglur fyri stuðulsjáttanina. Yvirskipað skal játtanin skapa samstarv um nýskapandi marknaðarføring av Føroyum sum ferðamál. Endamálið er eisini saman við vinnuni at fremja marknaðarføring av Føroyum sum ferðamáli, at stuðla framtøkum uttanlands, har nýggj ferðavinnutilboð verða sýnd ella har nýggir marknaðir og málbólkar skulu røkkast og at stuðla tiltøkum, sum kunnu økja um áhugan fyri Føroyum sum ferðamáli. Stuðul verður ikki latin til tað, sum verður mett at verða vanlig marknaðarrøkt hjá vinnuni, so sum luttøka á messum, gerð av faldarum og heimasíðum o.líkn. Stuðul verður bert játtaður føroyskum fyritøkum, sum vilja styrkja støðu sína á útlendska marknaðinum og vilja verða við í arbeiðinum at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál. Minsti stuðul, ið verður latin einstakari verkætlan, er 50.000 krónur og mesti stuðul er 250.000 krónur. Verkætlanir hava fyrimun: ið eru nýskapandi ið eru eitt nýtt framtak ið eru á okkara fokusmarknaðum, sum lýstir í ætlanini fyri marknaðarføring av Føroyum sum ferðafólkaland har fleiri partar taka lut 21.1.15. Umsiting av Vinnusjúkugrunninum (Rakstrarj.) Er nóg mikið í grunninum til at halda sínar skyldur? Vinnusjúkugrunnurin skal viðmerkja, at kapitalgrundarlagið hjá grunninum er innskot upp á 30 mió. kr. frá landskassanum og gjøld frá arbeiðsgevarum. Gjaldið er 0,10 % av samlaðari útgoldnari løn. Í 2011 vóru inntøkur grunsins 7.306.960 kr. Saman við tiltakspeninginum upp á 30 mió. verður tað mett at vera nóg mikið til at svara fyri skyldum, sum Vinnusjúkugrunnurin skal bera. Vinnusjúkugrunnurin vísir annars til ársroknskapin fyri 2011: http://en.calameo.com/read/0010000418ddbb632630d?editlinks=1 2
Tað er ilt at meta um, hvussu gongdin viðvíkjandi vinnusjúkum verður, og skuldi tað víst seg at vera tørvur á møguliga at økja um kapitalgrundarlagið, kann hetta bert gerast við lógarbroyting. Gongdin higartil ber ikki boð um, at tað gerst neyðugt. 32.1.03. Jarðfeingi (Rakstrarj.) a) Útreiðslan til kolvetni er lækkað úr 3.643 í 2010 og niður í 2.900 í 2013, hví? b) Leiga 1.200, hvat er tað fyri og hvør er fermetraprísurin? c) Hvussu verður samstarvið við Fróðskaparsetrið o.o. um undirvísing fíggjað? d) Hvat liggur í vanligum flytingarinntøkum kr. 1.300? e) 5 fólk eru í lønarflokki 37 ella hægri, hvør er orsøkin? f) Hví er konto 14 lækkað so nógv? g) Hevur landsstýrismaðurin slept ætlanini at flyta Jarðfengi saman við eftirlitsstovnunum? AD a) Jarðfeingi hevur, sum allir aðrir almennir stovnar, verið fyri skerjingum, og hevur tí verið neyðugt at tillaga virksemið til játtanarkarmin, og eru uttanhýsis útreiðslurnr av somu orsøk skerdar. AD b) Jarðfeingi hevur tvey leigumál: skrivstovu- og goymsluhøli í Brekkutúni 1 í Hoyvík Leigumálið er júst longt. Árliga leigan er 1.038.000 kr. fyri tilsamans 1.593 fermetrar, ella 651 kr./fermeturin Eftir at íløga er gjørd í orkusparing (bjálving og jarðhita) eru rakstrarútreiðslurnar til upphiting hálveraðar goymsluhøli á Hjalla, ið verður leigað frá Fiskiveiðieftirlitinum Árliga leigan er kr. 216.000 kr fyri 522 fermetrar, ella 414 kr./fermeturin AD c) Tey árini, tá Jarðfeingi hevur undirvísing á Fróðskaparsetrinum, verður hetta gjørt fyri vanligan tímatakst. Hetta er ikki aktuelt hvørt ár. AD d) Meginparturin av hesum er inntøkur frá granskingarverkætlanum, ið stovnurin luttekur í. AD e) Rætta talið á starvsfólki í lønarflokki 37 ella hægri er 2 AD f) Virksemi, ið hevur eksternar útreiðslur við sær, verður tillagað eftir fíggjarkarminum, og bert økt í tann mun, staðfestar inntøkur verða hægri enn tær mettu. Arbeitt hevur verið og verður støðugt við at luttaka í granskingarverkætlan, hesar eru lutvíst fíggjaðar uttanlands. Staðfesta upphæddin kann tó verða nominelt hægri vegna granskingarvirksemi. Hetta verður tó mótsvarað á inntøkusíðuni. AD g) Ætlanin at flyta Jarðfeingi saman við eftirlitsstovnunum á Skálatrøð er ikki slept. Hølini skulu umbyggjast. Tað er ikki enn funnin ein hóskandi leistur til, hvussu henda umbygging kann fíggjast. 32.1.06. El-veiting, umsiting (Rakstrarj.) Eftirlits- og umsjónaravgjøld eru kr. 1.800. Hvør rindar hesi og fyri hvat? 3
Hvussu ber tað til, at útreiðslan er tann sama sum inntøkan? Verður virksemið lagað til inntøkurnar, ella verða inntøkurnar lagagar til virksemið? El framleiðararnir rinda fyri útreiðslur av eftirliti og umsjón, ið myndugleikin hevur av eftirliti og umsjón við el framleiðsluni. Framleiðararnir rinda í sama lutfalli, sum teirra framleiðsla er 35.1.08. Sjóvinnustýrið (Rakstrarj.) Er nøkur eftirmeting gjørd av samanleggingini av stovnunum? Eru hølini á Lützenstrøð fult útnytta? Samanleggingin av FAS og Skipaeftirlitinum varð framd seinnu helvt av 2010. Fyrru helvt av 2011 var stovnurin eitt samansjóðað Sjóvinnustýri á støði við Søfartsdirektorat, Søfartsverk, Søfartstyrelse, sum kundi bjóða seg fram sum umboð fyri Føroyar sum flaggstatur, og sendi vegna føroysku umsitingina, sum varðar av sjóvinnu á ymsan hátt(vmr, Uttanlandadeildin, IMR, FISK og MMR). Sjóvinnustýrið, sum aðrir kvalitets flaggstatir, heitti á IMO um at autitera umsitingina av stovninum auditeraða til tess at prógva, at vit í Føroyum umsita sjóvinnumál á fullgóðan hátt. Hetta fór fram á heysti 2011, har 3 útlendskir auditørar, tilnevndir av IMO, yvir eina viku mettu um, hvussu vit umsótu hetta økið. Úrslitið varð almannakunngjørt á heimasíðuni hjá IMO fyrr í ár og við sera góðum úrsliti - fult á hædd við úrslitini í DK og Noregi, sum eru millum tey bestu í heiminum. Síðuloypandi bleiv ein ISO-sertifisering fullførd av øllum stovninum. Sjóvinnustýrið húsast ikki á Lützenstrøð. Sjóvinnustýrið hevur skrivstovuhøli í Sigmundargøtu, og verða hesi høli brúkt fult út, harumframt húsast Sjóvinnustýrið (Skipaeftirlitið) í Miðvági, hesi hølið verða brúkt fult út. 36.1.04. Havbúnaðarroyndir (Stuðulsj.) Ber til at spara nakrar milliónir á hesi kontu? Tá tað snýr seg um játtanina til havbúnaðarroyndir, eru nógvar grundgevingar fyri at ikki minka játtanina, men heldur hækka játtanina - m.a. hesar: Tað hevur eydnast at broyta Fiskaaling frá í høvuðsheitum at vera eitt framleiðslufelag til eitt granskingarfelag, hvørs tænastur vinnan eftirspyr Fiskaaling er uppi í týðandi verkætlanum, sum kunnu skapa øktar vinnuligar møguleikar Felagið klárar at draga vælskikkað fólk til sín. Í løtuni eru 15 granskarar tilknýttir felagnum, harímillum 6 phd arar og 5 phd-lesandi (2 av hesum eru innskrivað á Fróðskaparsetri Føroya) Fyri hvørja krónu, landið letur felagnum, genererar felagið meira enn eina krónu í inntøku í veruleikanum virksemisskapan 4
Felagið hevur stovnað rakstrarfelag saman við 9 øðrum aktørum at reka granskarasetrið, og kann hetta hava við sær, at verulig ferð fer at koma á vinnugransking í Føroyum, herundir eisini framda av vinnufyritøkunum sjálvum Felagið og virksemið í granskarasetrinum kann gerast ein magnet, sum dregur uppaftur fleiri vælútbúnar føroyingar og útlendingar til Føroya Uttanlands er stórur eftirspurningur eftir offseason rognum frá Fiskaaling. Hetta kemur at krevja íløgur í 2013 Hendan kontoin er einasti granskingarstuðulin til alivinnuna, sum stendur fyri yvir 35% av okkara útflutningsvirði Landið hevur ikki ráð til at minka játtanina til Fiskaaling, heldur er tað ein góð íløga at játta fleiri pengar til Fiskaaling Tær verkætlanir, sum eru mest kostnaðarmiklar fyri Fiskaaling í 2013-14, eru Aling á opnum havi og Reinsifiskar (sí lýsing niðanfyri). Seinastu árini er talið av granskarum økt á Fiskaaling, soleiðis at vit nú eru vorðin ein skikkaður samstarvsfelagi hjá føroysku alivinnuni og altjóða granskingarstovnum. Seinni árini hevur eydnast Fiskaaling at fáa stuðul úr ymsum granskingargrunnum og frá vinnuni. Tað er sera týdningarmikið at felag, sum søkir stuðul úr granskingargrunnum, hevur eginfígging. Hetta tí, at granskingargrunnar vanliga hava hetta sum eitt krav. Samstundis er umráðandi, at felagið er nóg sterkt fíggjarliga, til at hava eina kjarnu av góðum granskarum. Tað vildi tí verið ein ólukka fyri føroysku alivinnuna og samfelagið, um ein skerjing bleiv gjørd á hesi konto. Ein skerjing vildi ført við sær, at m.a. omanfyri nevndu verkætlanir vórðu steðgaðar og granskarar sagdir úr starvi. Gransking innan alivinnuna Á Fiskaaling er dentur lagdur á gransking innan aling. Mesta granskingin miðar ímóti at geva ítøkilig úrslit, ið kunnu brúkast í eini burðardyggari menning av verandi alivinnu. Eisini verður arbeitt við verkætlanum, ið kunnu verða við til at menna nýggjar vinnugreinar innan aling. Aðalsetningurin hjá Fiskaaling er at økja um dygdina í føroyskari aling við gransking, menning og ráðgeving á altjóða støði og í samstarvi við vinnuna og granskingarstovnar. Raðfestu granskingarøkini hjá Fiskaaling eru: Aling av fiski og øðrum sjódjórasløgum Aling á harðbalnum økjum/streymasjógvi Fóður, vatn og framleiðsluhættir Ílegugransking og biotøkni Matvørugóðska á aldum fiski Sjúkufyribyrging, fiskaheilsa og aliumhvørvi Samstarv Fiskaaling hevur samstarv við fleiri granskingarstovnar í Føroyum og uttanlands. Hesir umfata Fróðskaparsetur Føroya og Havstovuna í Føroyum, SINTEF, NOFIMA, NTNU, MILLS DA, University of Tromsø og Havforskningsinstituttet í Noregi, Matis í Íslandi, DTU Aqua í Danmark, University of New Hampshire, Boston University og US Naval Academy í USA og 5
University of Stirling í Skotlandi. Samstarvið umfatar verkætlanir av ymsum slagi, m.a. Ph.D. og B.Sc. verkætlanir. Harafturat hevur Fiskaaling gott samstarv við føroysku alivinnuna. Granskingin er skipað í trý starvsøki: Tøkni og umhvørvi Framleiðslumenning Biotøkni Niðanfyri eru viðkomandi verkætlanir á Fiskaaling lýstar 1. Aling á opnum havi Frágreiðing: Fiskaaling arbeiðir við einari verkætlan, har møguleikarnir at fara út á opið hav við laksaaling verða kannaðir. Í fyrstu atløgu verða umstøðurnar á einum øki stutt eystan fyri Nólsoynna kannaðar. Farið verður eisini undir at kanna, hvussu langt út farast kann við verandi útgerð, og hvørjar broytingar skulu gerast, fyri at aling á hesum økinum skal bera til. Valda økið umboðar nøkur øki eystan fyri Føroyar, har rákið er spakt, dýpið er passaligt og nakað av verju er móti aldu vestan- og norðanífrá. Til mátingarnar verða aldu- og streymmátarar nýttir. Útgerðin verður roynd við teldumodellum, fysiskum modelli í royndarbrunni og kannað verður, um úrslitini eru nøktandi til at brúka í fullari stødd á økinum. Fyrsta verkætlanin umfatar bara útgerðina sjálva. Um úrslitini frá hesari verkætlan eru nøktandi og fígging fæst, verður farið undir næstu verkætlanina, sum er at gera eina roynd við aling av laksi á opnum havi. Aktørar: Fiskaaling, Sintef, Fróðskaparsetur Føroya, Havstovan, Vónin, KJ Hydraulik. Kostnaður: 6,7 millión DKK Fígging: Fiskaaling, Granskingarráðið og vinnupartarnir Tíðarætlan: 2010-2013 2. Aldu- og streymviðurskifti Frágreiðing: Aldu- og streymviðurskiftini á føroysku alifirðunum (ASAF) er ein verkætlan, har Fiskaaling saman við pørtum av føroyska granskingarumhvørvinum (Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum (NVD) og Havstovuni) og alivinnuni framleiðir streymatlas og alduatlas fyri føroysku alifirðirnar. Harafturat verður eisini framleitt eitt atlas við útgerðar klassum líknandi teimum klassunum, sum finnast í Norska Standardinum NS9415 eins og simuleringar av sjóvarfallsspjaðingini av einum hvørjum útláti frá alibrúkunum. Aktørar: Fiskaaling, Fróðskaparsetur Føroya og Havstovan. Kostnaður: 3.5 millión DKK Fígging: Fiskaaling. Tíðarætlan: 2009-2013 3. Exposed Farming Frágreiðing: Aling á harðbalnum økjum er ein fortreyt fyri framhaldandi vøkstri í føroysku alivinnuni. Ein fortreyt fyri menning av aling á harðbalnum økjum er vitan um fiskatrivna og 6
atferð í mun til tøknina og umhvørvið á harðbalnu økjunum. Í verkætlanini verður arbeitt við 1) at kanna ávirkanina av streymi og aldu á atferðina hjá fiski, 2) at kanna avmarkingar og optimera vøkstur og trivna á aliøkjum við hørðum ráki, 3) at kanna, hvussu hart rák og alda broyta hydrodynamiska umhvørvið í alinótunum og 4) at samantvinna hetta í ein frymil til nýtslu í sambandi við útbygging av aling á harðbalnum økjum, soleiðis at atlit kann takast til tørvin hjá alifiskinum. Aktørar: Fiskaaling, SINTEF, Havforskningsinstituttet i Bergen, Salmar og Bakkafrost. Kostnaður: 6.5mió NOK Fígging: Norska Granskingarráðið Tíðarætlan: 2011-2014 4. Sustainfarmex Frágreiðing: Í samband við, at harðbalin aliøki verða tikin í nýtslu, eru nógvir trupulleikar og vandar til staðar. Hesir umfata m.a. styrki á aliútgerðini, viðlíkahald og drift í ringum veðri, flutning av fiski til og frá alibrúki, flutning av fóðri, trygd og arbeiðsumhvørvi. Í verkætlanini verður arbeitt við at lýsa trupulleikarnar og at finna loysnir til nevndu trupulleikar, umframt at arbeitt verður við evnum, sum vinnupartarnir hava áhuga í. Aktørar: SINTEF, Havforskningsinstituttet i Bergen, Fiskaaling, LUNA og fleiri norskir vinnupartnarar. Kostnaður: 11.5mió NOK Fígging: Norska Granskingarráðið og vinnupartnararnir Tíðarætlan: 2011-2014 5. Reinsifiskar Frágreiðing: Laksa- og seiðalús er vorðin ein alsamt vaksandi trupulleiki fyri føroysku alivinnuna. Í 2010 vóru brúktar um 10-12 mió. kr. í beinleiðis útreiðslum til avlúsing av alifiski, umframt tap í vøkstri og niðurklassing, ið kann tátta í tíggjutals millónir. Fyri 2011 eru tølini uttan iva væl hægri. Endamálið við verkætlanini er at gera royndir við ymiskum fiskasløgum til lívfrøðiliga niðurberjing av seiða- og laksalús í alinótum. Í fyrstu syftu er talan um rognkelsi og multu, ið eru at finna í føroyskum sjógvi. Farið verður fram stigvíst: Innsavning av villum fiski, royndir í smáskala, gýting/strúking, yngulframleiðsla og royndir í stórskala. Samstarvsavtala er gjørd við Phd-lesandi í Leeds um m.a. atferðarroyndir við rognkelsi í sambandi við laksalús. Eisini er samstarv við Havstovuna um innsavning av villum fiski og er Fiskaaling partur av altjóða arbeiðsbólki viðv. reinsifiskum (Sea Lice Multination). Grundað á úrslit frá undankanningunum og royndum, verður hildið fram við royndum bæði í smáskala og vónandi stórskala komandi árini í tøttum samstarvi við alivinnuna. Aktørar: Fiskaaling, alivinnan. Kostnaður: 1,5 millión DKK árliga. Fígging: Fiskaaling og alivinnan Tíðarætlan: Verkætlanin byrjaði 2011 og heldur áfram komandi 2-3 árini alt eftir fígging. 7
6. Botnurin undir alibrúkum Frágreiðing: Týdningurin av Aldu og Streymi fyri Botnin undir Alibrúkum (TASBA) er ein verkætlan, sum umframt at kanna, hvussu skjótt fóður og skarn frá alingini verður niðurbrotið í botninum, hevur til endamáls at kanna, hvørji fyribrigdi í streymviðurskiftum kunnu flyta tilfar frá botninum undir alibrúkum (Resuspensión). Sambandið ímillum aldu- streym og resuspensión verður kannað á einum alibrúki, sum er vart fyri havaldu og á einum meira útsettum staði. Hetta sambandið kann so brúkast til at gagnnýta mátingarnar og modeleringarnar av aldu og streymi frá ASAF verkætlanini til at tryggja burðardygga aling á føroysku firðunum. Aktørar: Fiskaaling, Bakkafrost, Havstovan og Fróðskaparsetur Føroya. Kostnaður: 1,9 millión DKK. Fígging: Granskingarráðið, Bakkafrost og Fiskaaling Tíðarætlan: 2011-2013 7. Veikur bindivevnaður í fiskaflaki Frágreiðing: Gaping er heiti á tí fyribrigdi, at bindivevnaðurin í fiskaflakinum er so mikið veikur, at muskul segmentini detta frá hvørjum øðrum. Hetta sæst sum hol í flakinum. Hetta fyribrigdið er vanligt bæði hjá alifiski og villum fiski, tó er títtleikin ikki tann sami hjá teim ymisku fiskasløgunum. Gaping hevur stóra neiliga ávirkan á metingina av kvalitetinum á fiskinum sum matvøra, og avleiðingin er niðurskurður í søluprísinum. Hetta er tískil til stóran ampa fyri bæði ali- og fiskivinnu. Nógvar kanningar hava víst á, at okkurt samband er millum gaping og innihaldið av kollagen í bindivevnaðinum. Trupulleikin tykist tó at vera ov samansettur til, at hetta er øll frágreiðingin og eingin veit við vissu, hví bindivevnaðurin í summum førum er so veikur. Proteoglykanir (PG) og glykosaminoglykanir (GAG) finnast eisini í bindivevnaði saman við kollagen, og innan súgdjór er tað væl kent, at tey hava ávirkan á eginleikarnar hjá vevnaðinum. Hóast hetta, so eru sera fáar kanningar gjørdar um, hvørja ávirkan tey hvør sær ella í sambandi við kollagen, hava á bindivevnaðin í fiski. Hendan verkætlanin skal tískil greina ta ávirkan PG, GAG og kollagen hava á bindivevnaðin í fiski og á fyribrigdið gaping. Aktørar: Fiskaaling, Fróðskaparsetur Føroya, Boston University og LUNA. Kostnaður: Kostnaður fyri alla verkætlanina er 2,1 millión DKK. Fígging: Fiskaaling, Fiskivinnugransking og Granskingarráðið. Tíðarætlan: 2011-2014. 8. Góðska á føroyskum fóðri og alilaksi Frágreiðing: Í samstarvi við alifyritøkurnar verður góðskan á føroyskum fóðri og alilaksi kannað. Kanningarnar verða gjørdar fyri at skjalprógva góðskuna. Nøgd av ymiskum dálkingar- og heilsugóðum evnum í fóðri og alilaksi verða mátað. Tað er umráðandi, at slíkar kanningar verða gjørdar í sambandi við at EU í næstum fer at dagføra hámarksvirðini fyri ymisk dálkingarevni, men tað er eisini umráðandi at skjalprógva 8
tey heilsugóðu evnini, sum t.d. innihaldið av teimum ymisku fitisýrunum, sum hava jalig árin á heilsuna. Aktørar: Havsbrún, Fiskaaling, Luna, Bakkafrost, Marine Harvest Kostnaður: Umleið 200.000 DKK Fígging: Vinnupartarnir Tíðarætlan: 2011-2013 9. Ílegukanningar Frágreiðing: Í 2008 varð farið undir ílegukanningar av báðum føroysku toskastovnunum, landgruns- og bankatoski. Verkætlanin varð býtt upp í tveir partar; ein alipart, har villur foreldrafiskur úr báðum stovnunum gýtti undir somu umstøðum á sjódeplinum í Nesvík, og ílegukanningar av villu stovnunum. Aliparturin er liðugur; har vórðu gjørdar nakrar áhugaverdar eygleiðingar, sum arbeitt verður víðari við í løtuni. Umframt at geva okkum ábendingar um møguligan mun í ílegum millum stovnarnar, fara gýtiroyndirnar eisini at svara nøkrum spurningum viðvíkjandi gýtidynamikki, eitt nú um nøkur foreldur eru sterkari, tá tað kemur til at føra ættina víðari, enn onnur. Umfatandi kanningar eru fyri framman við tí endamáli at lýsa ílegubygnaðin í báðum stovnunum og at kanna, um munur í ílegum er millum stovnarnar. Sýni eru tikin trý ár á rað fyri eisini at kunna lýsa, um munur er millum árini. Aktørar: Fiskaaling og Havstovan, sum hevur hjálpt við at fáa øll sýnini til ílegukanningarnar av villu stovnunum til vega. Kostnaður: 3.5 mió DKK Fígging: Fiskaaling og Granskingarráðið Tíðarætlan: 2008-2013 10. Heilsuárin av fiskaproteinum/-peptidum Frágreiðing: Umleið 20 % av øllum eldri fólkum í heiminum hava trupulleikar av ov høgum blóðtrýsti. Eitt ensym sum nevnist Angiotensin I converting enzyme ella stytt til ACE spælir ein stóran leiklut í sambandi við stýring av blóðtrýstinum. Molekyl, sum mótvirka ACE, verða ofta nýtt sum heilivágur ímóti høgum blóðtrýsti og øðrum hjarta- og æðrasjúkum. Gransking hevur víst, at fleiri peptidir frá ymiskum matvørum kunnu hava eina jaliga ávirkan á ACE og tískil eisini blóðtrýstið. Fleiri granskarar hava síðstu árini kannað, um fiskarávørur eisini hava eina jaliga ávirkan. Endamálið við hesi verkætlanini er at kanna, um proteinir og peptidir úr føroyskum fiski hava jaliga ávirkan. Fyrsta málið er at kanna, um proteinir og peptidir úr føroyskum fiskaúrdráttum hava ávirkan á ACE ( in vitro ), og tað seinna málið er at kanna, um tey eisini hava jaliga ávirkan á blóðtrýstið hjá fólki ("in vivo ). Aktørar: Fiskaaling, MILLS DA, University of Tromsø Kostnaður: Umleið 1,5 millión DKK umframt ein Ph.D. stud. í Tromsø Fígging: Fiskivinnuroyndir Tíðarætlan: 2010-2013. 9
11. Bioaktiva fitisýran TTA í laksafóðri The fatty acid TTA in a dynamic production of Atlantic Salmon (Salmo salar). Frágreiðing: Í hesi Ph.D. verkætlan verður kannað, hvussu tann bioaktiva fitisýran TTA (tertradecylacetic acid) kann nýtast sum tilseting í fóður til atlantiskan laks. Hendan fitisýran hevur víst seg at økja um umsetingina av orku serliga feittbrenning (β-oksidasjón) um várið í laksi. Ætlanin er at kanna, um hetta kann ávirka títtleikan av kynsbúning av siljafiski sama heyst. Eisini skal β-oksidasjónin og fitisýru-samansetingin í hjørtunum á laksinum kannast í hesum sambandi. Hetta er lítið kannað øki í sambandi við aling av laksi. Verkætlanin fer vónandi at geva okkum betri lýsing av feittgoymslunum og feittbrenningini í alilaksi ymsar tíðir á árinum, eins og á ymsum vakstrarstigum. Royndirnar verða gjørdar í Noregi sum partur av størri verkætlan (OPTIPROD) hjá Nofima Marine (Noreg). Aktørar: Fiskaaling og Nofima Marine. Kostnaður: OPTIPROD: 10mió NOK og PhD-verkætlanin: 800.000 DKK Fígging: OPTIPROD er fíggjað av Granskingarráðnum í Noregi, meðan PhD-verkætlanin er fíggjað av Fiskaaling og Granskingarráðnum í Føroyum. Tíðarætlan: 2009-2013. Kostnaðurin í 2013: 500.000 DKK 12. Vatngóðska innan aling á sjónum Frágreiðing: Í sambandi við aling á sjónum er umráðandi, at góð vatnútskifting er í nótunum. Á vardum økjum við lítlum ráki kann útskiftingin vera í minna lagi og vatngóðskan verður vánalig. Mátingar vísa, at súrevnisinnihaldið í sjónum í slíkum førum vanliga fer niður. Hetta hevur við sær, at fiskurin ikki trívist og elvir til strongd, vánaligan vøkstur og møguliga niðursett mótstøðuføri móti sjúku. Á Fiskaaling verður arbeitt við at kanna hesi viðurskifti nærri. Í hesum sambandi er stuðul fingin til eina Ph.D. verkætlan, har arbeiðast skal við, hvussu aliútgerðin og fiskurin ávirka vatngóðskuna. Aktørar: Fiskaaling, Fróðskaparsetur Føroya, Sintef Kostnaður: 2,2 millión DKK Fígging: Fiskaaling og Granskingarráðið Tíðarætlan: 2010-2014 13. Ultraljóð kanning av laksi Frágreiðing: Fiskaaling ger ultraljóð kanningar av laksi fyri at finna útav, hvussu tíðliga til ber at kenna mun á rogna- og sil fiski. Endamálið er at býta fiskin upp í kallfiskar og kvennfiskar fyri at kunna velja kallfisk frá og bert at ala kvennfiskar, sum geva rogn sum verða seld til alifyritøkurnar. Nógv ymisk ultraljóð tól eru á marknaðinum og Fiskaaling hevur roynt fleiri ymisk tól fyri at finna útav, hvør skannari er best egnaður til umleið 1 kg av laksi. Í løtuni arbeiðir Fiskaaling við at albøta og dokumentera hendan kanningarhátt. Aktørar: Fiskaaling Kostnaður: Umleið 300.000 DKK Fígging: Fiskaaling 10
Tíðarætlan: 2011-2013 36.1.07. Fiskasjúkutænastur (Rakstrarj.) Hví er einki sett av á hesi konto, tá skrivað verður, at hetta økið er av veksandi týdningi? Játtanin til fiskasjúkutænastur, undirkonto-ina Basan av fiskasjúkum, var ætla og nýtt til verkætlanina Basan av fiskasjúkum. Hvussu hendan verkætlanin skal koyra í 2013 er ikki endaliga støða tikin til enn. Hetta framgongur av tekstinum til undirkonto-ina. Økingin í laksaframleiðsluni og harvið talið av ringum, virknum aliøkjum, flutningi er økt munandi síðstu árini sum so aftur automatiskt viðførur fleiri eftirlitsuppgávur fyri HFS, samstundis sum: Kunngerðin um gjøld, t.e. kunngerð nr. 6 frá 2009, hevur fingið dagført gjøldini, m.a. eftir ynski frá vinnuni. Tímaprísurin er farin frá 920 kr/tíma (230 kr/korter) til 345 kr/tíma, sum so aftur hevur viðført minni inntøkur av eftirliti innan alivinnuna. 37.1.15. Brúkaraumboð (Rakstrarj.) Biðið verður um eina støðulýsing og frágreiðing um virksemi? Stovnurin er fluttur til Havnar í 2012 og hevur skrivstovufelagsskap við eftirlitunum á Skálatrøð. Á stovninum starvast eitt fólk og verður rinda til felgsskrivstovuhaldið í mun til nýtsluna av hesum tænastum. Bókhaldið liggur enn hjá Vinnumálaráðnum, men verður eftir ætlan flutt til felags bókhaldið hjá eftirlitunum á Skálatrøð. Virksemið hjá stovninum umfatar at svara fyrispurningum, geva forhandarmetingar um marknaðarførings átøk, at viðgera kærur umframt viðgerð av málum sum Brúkaraumboðið tekur upp til viðgerar av sínum eintingum. Brúkaraumboðið ger eisini leiðreglur til vinnuna um góðan marknaðarføringssið. Brúkaraumboðið virkar sum umsiting hjá Leiðunevndini og svarar stovnurin fyrispuningum og ger tilmæli í kærum at leggja fyri nevndina til støðutakan. 37.1.17. Kappingarráðið (Rakstrarj.) Er «bankakanningin» við í játtanini? Kappingareftirlitið er í 2012 farið undir at kanna kostnaðarstøðið hjá føroysku peningastovnunum. Kappingareftirlitið fíggjar sjálvt tann partin av kanningini, sum starvsfólkini á stovninum gera. Ætlanin er at Brúkaraumboðið fíggjar tann partin, sum hevur við brúkaravernd at gera. Stovnurin hevur ikki fingið økta játtan til at keypa sær servitan, sum er neyðug, av tí at fíggjargeirin er eitt serligt øki við nógvari servitan innan ymisku veitingarnar í fíggjargeiranum. Hesum er ikki rúm fyri innanfyri verandi karm. 37.2.02. Vinnuframagrunnurin (Stuðulsj.) Biðið verður um yvirlit yvir verkætlanir, sum fáa stuðul? 11
Yvirlitið er hjálagt svarskrivinum. Landsstýrsmaðurin kann eisini kunna um, at stýrisfundur verður 20. november og verða tá nógvar spennandi verkætlanir viðgjørdar. 37.2.04. Endurgjald til skipasmíð (Stuðulsj.) Metir landsstýrismaðurin at Kkr. 400 er nóg mikið, sæð í ljósinum av, at Mkr. 4 eru játtaðar í 2012? Tað er altíð trupult at meta um ein framtíðartørv. Vinnuframagrunnurin hevur spurt skipasmiðurnar og út frá hesum meta skipasmiðjurnar (sí viðheft skjal) tørvin verða 7,25 mió. kr. Í 2013. 37.4.07. Orkumál (Stuðulsj.) Hvørjar verkætlanir hava fingið stuðul í 2012. Hvørjar ætlanir eru fyri 2013? Í 2012 er tað bert verkætlanin á Kambsdali sum hevur fingið stuðul. Í 2013 er serstøk játtan sett av til hesa somu verkætlan. 37.5.04. Heilsufrøðiliga starvsstovan (Rakstrarj.) Biðið verdur um yvirlit yvir inntøkur og galdandi gjøld á vinnuna. Hjálagt eru hesir excel fílar: FHSGJOELD.XLSX ið vísur hvørji gjøld ið tikin verða, alt eftir heimild í kunngerð og reglugerð 110220.XLSX, ið vísur hvørjar inntøkur vit hava frá vanliga virkseminum (undirkonto 20), útgreinaða sbrt. uppsetingini hjá Gjaldstovuni, fyri árini 2006-2011 110240.XLSX, ið vísur hvørjar inntøkur vit hava frá vanliga virkseminum kanningarstovur (undirkonto 21), útgreiðaða smbrt. uppsetingini hjá Gjadlstovuni, fyri árini 2006-2011 og 38.2.01. Strandfaraskip Landsins (Rakstrarj.) a) Er nøkur ætlan um at hækka tænastustøðið á farleiðum til útoyggj? b) Hvussu ber til at minka játtanina í mun til nýtsluna í 2011? c) Hevur landsstýrismaðurin ætlan um at upprætta eina oljukonto? AD a) Við útoyggj verður her hugsað um Svínoy, Fugloy, Hestur, Mykines og Skúvoy. Tá túratal verður nevnt er talan um túrar annan vegin. 12
Svínoy og Fugloy: Frammanundan 2010 røkti Másin siglingina á hesum farleiðum. Skipið var ótíðarhóskandi bæði til fólk og farm. Í 2010 varð Ritan sett í sigling á farleiðunum, og broytti hetta munandi um tænastustøðið á hesum farleiðum. Um summarið verða 42 túrar sigldir um vikuna og um veturin 26. Svínoy og Fugloy hava eisini regluliga Bygdaflúgving við tyrlu 3 dagar um vikuna alt árið. Hestur: Hestur er partur av Sandoyarleiðin ið verður røkt av Teistanum. Møguleiki er fyri 49 túrum um vikuna alt árið. Ongin Bygdaflúgving er til Hest. Mykines: Frá 2006 varð Mykinesleiðin boðin út til privatar at røkja. Frammanundan hetta røkti Súlan leiðina. Frá 2006 til og við 2010 røkti Brynhild leiðina. Hetta var eitt framstig fyri farleiðina. Í 2011 og 2012 hava Silja Star og Froyur røkt leiðina. Eisini hetta var eitt framstig. Siglt verður til Mykines í mai, juni, juli og august og í heystfrítíðini. Sigldir verða 28 túrar um vikuna. Mykines hevur regluliga Bygdaflúgving 3 dagar um vikuna alt árið. Tann eina dagin verður flogið 2 ferðir til Mykines. Skúvoy: Síðani 1979 hevur Sildberin røkt Skúvoyarleiðina. Um summarið verða 58 túrar sigldir og um veturin 46 túrar. Frammanundan 2010 røkti Ritan farmaflutning 2 ferðir um vikuna, um tørvur var og um veðri var til vildar. Síðani 2010 hevur Súlan ligið á Sandi og hevur verið tøk til farmaflutning hvønn dag. Skúvoy hevur regluliga Bygdaflúgving 3 dagar um vikuna alt árið. Á leiðini millum Tórshavn og Froðba verður lent í Skúvoy bæði suður og norður gangandi. AD b) Nýtslan hjá Strandfaraskipum Landsins var í 2011 140 mió. kr. Fíggjartørvurin í 2013 er 143,8 mió. kr (hetta er eftir at Smyril fer at sigla eftir vetrarferðaætlan alt árið 2013 orsaka av nýggjum hvíldarreglum, at oljukostnaðurin minkar orsaka av at innflutningsgjaldi á tungolju hvørvur og at Teistin fær nýggjar orkusparandi motorar). Í viðmerkingunum til FLU 2013 verður víst til sparingarnar í Búskaparfrágreiðing I frá mars 2012, har skotið verður upp, at Smyril siglir ein túr minni alt árið og at seinasti túrur hjá Teistanum verður tikin burtur úr ferðaætlanini. Strandferðslan hevur víst á aðrar møguleikar at røkka hesa sparing, eitt nú við at hækka ferðaseðla- og farmaprísin við uml. 10%. AD c) Landsstýrismaðurin hevur leingi havt ynski um at fáa eina serstaka oljujáttan til tess at tryggja at sveiggini í oljuprísinum ikki skulu ávirka tænastustøðið hjá Strandfaraskipum Landsins, higartil hevur Fíggjarmálaráðið ikki mett hetta verða ein møguleika vísandi til játtanarskipanina. 38.3.17. Fjarskiftiseftirlitið (Rakstrarj.) Biðið verdur um yvirlit yvir inntøkur og galdandi gjøld á vinnuna. 13
Inntøkurnar hjá Fjarskiftiseftirlitinum stava frá: a. Koncessiónsgjøldum og b. Frekvensgjøldum v.m. Koncessiónsgjaldið verður kravt upp við heimild í koncessiónini, sum er givin við heimild í fjarskiftislógini. Gjaldið sum fjarskiftisveitararnir skulu gjalda, verður ásett í mun til marknaðarpartin hjá felagnum. Frekvensgjøldini v.m. verða kravd sambært Kunngerð nr. 167 frá 20. december 2011 um frekvens- og avgreiðslugjøld á radiosamskiftisøkinum. (kunngerðin er viðheft) Niðanfyristandandi yvirlit vísir inntøkubýtið hjá Fjarskiftiseftirlitinum árini 2006-20011. Ár Koncessiónsgjøld Frekvensgjøld Samlað 2006 kr 1.339.197 kr 2.012.443 kr 3.351.640 2007 kr 879.338 kr 2.075.478 kr 2.954.816 2008 kr 1.639.492 kr 2.248.057 kr 3.887.549 2009 kr 1.655.485 kr 2.472.696 kr 4.128.181 2010 kr 2.226.852 kr 2.249.508 kr 4.476.360 2011 kr 3.413.871 kr 2.329.309 kr 5.743.180 38.5.01. Ferðaráð Føroya (Rakstrarj.) 21. Marknaðarføring Hvussu verdur játtanin ítøkiliga brúkt? So stórur partur av játtanini sum gjørligt skal beinleiðis inn í ta sølufremjandi marknaðarføringina av Føroyum úti á marknaðunum, fyri at skapa so stóran ferðafólkavøkstur sum møguligt. Nýtslan av øktu játtanini verður henda: 21. Marknaðarføring Nettoútreiðsla 392-1.000 8.957 8.957 8.957 Útreiðslur 392-1.000 8.957 8.957 8.957 a)53 Marknaðarátøk uttanlands 392-1.000 4.457 5.657 5.657 b)53 Framleiðsla - - - 3.000 1.800 1.800 marknaðarføringsamboð c)53 Kunningartiltøk - - - 1.500 1.500 1.500 a)marknaðarátøk uttanlands. Í fyrsta umfari verður farið eftir teimum marknaðum, sum hava low hanging fruits, tvs. har kunnleikin um Føroyar og áhugin eru lutfalsliga størstir, og tað harvið er lættast at fáa fleiri ferðafólk skjótt. Hetta hevur við sær, at tað í størri mun enn áður kemur at verða satsað upp á Norðurlond, herundir serliga Danmark, Noreg og Svøríki, í ræðfestari raðfylgju. Danmark hava 14
vit søguliga sæð arbeitt við, men serliga á norska marknaðinum koma vit at fara frá lítlum og ongum innsatsi til ein lutfalsliga stóran innsats hetta til deils tí at keypiorkan er sera sterk, at áhugin fyri Føroyum er stórliga vaksandi og tí at vit nú hava eina beinleiðis rutu til Noreg, sum er ein týdningarmikil fortreyt fyri vøkstri á hesum marknaði. Í dag eru beinleiðis rutir oftast avgerandi fyri um til ber at fáa vøkstur frá einum marknaði, av tí at kundin ikki ynskir at leggja ov nógva tíð í sjálva ferðingina. Aðrir marknaðir av týdningi eru Týskland, sum er heimsins størsti ferðamarknaður hesin marknaður hevur serliga týdning fyri Smyril Line. Eisini UK, ið serliga hevur týdning fyri Atlantic Airways, sum hevur beinleiðis rutu til London. Hesir omanfyri nevndu marknaðir verða okkara høvuðsmarknaðir. Harafturat koma vit m.a. at arbeiða við Benelux, Italien og Spanien, teimum tveimum seinastu kemur Atlantic Airways at hava beinleiðis rutir til í 2013. Øðrum marknaðum koma vit bert at arbeiða við í serligum førum, tá fyrst og fremst við fjølmiðlatúrum eins og søluliðnum mótvegis serligum áhugabólkum sum eru lættir at segmentera og ikki líka nógv við beinleiðis breiðari marknaðarføring til brúkaran, tá hetta gerst ov dýrt. Tað er týdningarmikið at hava nóg tung og koncentreraði átøk, til at tey skulu gera nakran størri mun. Vit koma eisini at økja um ta digitalu marknaðarføringina sum heild, fyri at Føroyar skal fáa eina nógv størri sjónligheit í m.a. sosialum miðlum, á ferðasíðum, bloggum osv. Hetta er eisini ein kostnaðareffektivur máti at arbeiða uppá. b)framleiðsla marknaðarføringsamboð. Í 2013 koma vit at hava ein eingangskostnað til at skapa eitt langsiktað brand fyri Føroyar eins og at nútímansgera internetkunningina. Kunningin á netinum um Føroyar er í dag fragmenterað og er at finna á fleiri ymiskum heimasíðum, sum eisini hava sera ymiska góðsku. Málið er at samla alla hesa kunning á einum felags Føroyaportali, fyri at kunna veita best møguligu tænastu til kundarnar. Harafturat kemur framleiðsla av lýsingum, messubásum osv. sum verða brúkt í átøkunum. Tað er av stórum týdningi at tað tilfar sum verður framleitt fyri Føroyar heldur høga góðsku, fyri at sláa ígjøgnum úti á marknaðunum. c)kunningartiltøk til altjóða fjølmiðlar og sølulið. Hvat viðvíkir fjølmiðlunum, so verða teir bodnir til Føroya fyri at síggja land okkara og út frá tí skriva/framleiða greinar/innsløg í alt frá bløðum, heimasíðum/bloggum ella á sjónvarpsrásum. Hetta arbeiði er sera kostnaðareffektivt og tað PR sum verður skapt, hevur virði av nógvum mió. kr. og gevur okkum sjónligheit sum vit sjálvi ongantíð høvdu havt ráð at keypt í vanligum lýsingum. Harafturat hevur hetta tilfar eitt størri trúvirði enn lýsingar hava sum heild. Tískil kemur PR arbeiðið at verða uppraðfest, fyri at skapa størst møguliga sjónligheit í røttum miðlum, sum passa til teir potentiellu føroysku málbólkarnar. Hvat viðvíkir kunningartúrum til søluliðið, so er tað av stórum týdningi at tey sum skulu selja Føroyar vita hvat tað er tey selja og harvið hava betri kunnleika til okkara produkt og tað vit hava at bjóða. Tískil gera vit nøkur átøk fyri at vísa Føroyar fram sum ferðamál, harav tað størsta er tiltakið Visit Faroe Islands, sum verður hildið í mai hvørt ár. Eru allar samanleggingar á 6 framdar, og hevur landsstýrismaðurin fingið tað burturúr, sum hann ætlaði? 15
Á sumri 2010 blivu FAS og Skipaeftirlitið løgd saman, tað er alt sum bendir á at hetta hevur givið tað synergi sum varð ætlað. Vísast kann m.a. til IMO auditering við góðum úrslitum. Á vári 2011 blivu Arbeiðseftirlitið og Heilsufrøðiliga Starvsstovan løgd saman, eftir umskipan av serliga Arbeiðseftirlitium er alt sum bendir á at samanleggingin hevur givið góð úrslit. Ætlanin var at leggja eftirlitini á Skálatrøð og Jarðfeingi saman soleiðis at hesi komu at húsast á Skálatrøð og harvið styrkja fakliga umhvørvi, henda samanlegging er ikki gjøgnumførd enn vegna tað at hølisumstøðurnar ikki eru fingnar til vega enn, arbeitt verður víðari við hesum í 2013. Vinarliga Johan Dahl landsstýrismaður /Gunnleyg Árnafjall aðalstjóri 16